Spyr landsstýrismann um næmingaheim við Heilsuskúla Føroya

Dennis Holm, tingmaður hevur sent Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum, fyrispurning um næmingaheim við Heilsuskúla Føroya

Dennis Holm skrivar soleiðis á sínum vanga á facebook:

 

Tað er stórur tørvur á, at fáa fleiri at útbúgva seg innan heilsu- og vælferðarøkið - útbúgvingar, sum eru á Heilsuskúla Føroya í Suðuroynni.

 

Tí hevur landsstýrið lagt uppskot um løn undir útbúgving fyri Løgtingið. Men tað er eisini neyðugt, at gera tað lættari at fáa bústað, meðan tú er undir útbúgving á Heilsuskúli Føroya, yrkis- og miðnámsútbúgving, tí havi eg spurt Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og útbúgvingarmálum, um næmingaheim við Heilsuskúla Føroya.

 

Spurningur:

 

1. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til, at tað verður bygt eitt næmingaheim við Heilsuskúla Føroya?

 

Viðmerkingar:

 

Tað er stórur tørvur á at fáa fleiri at útbúgva seg innan heilsu- og vælferðarøkið; útbúgvingar, sum verða bodnar út á Heilsuskúla Føroya við Skúladepilin í Suðuroy. Ein liður í at fáa fleiri at útbúgva seg fevnir um at gera tað møguligt at taka útbúgvingarnar við løn. Hetta uppskotið er lagt fyri Løgtingið og hevur verið til 1. viðgerð.

 

Annar liður í at fáa fleiri at fara undir útbúgving á Heilsuskúla Føroya, fevnir um at gera tað lættari at fáa bústað, meðan tú er undir útbúgving á skúlanum. Í 2011 setti Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, ein arbeiðsbólk at gera uppskot um hvussu Skúladepilin í Suðuroy betri kundi gagnnýtast.

 

Eitt av tilmælunum frá arbeiðsbólkinum fevndi um eitt ítøkiligt tilmæli um, at eitt næmingaheim verður bygt við Skúladepilin í Suðuroy. Tilmælið fevndi eisini um uppskot til tekningar av íbúðareindum við 4 íbúðum í hvørjari eind, sum vóru 36 m2 til støddar. Uppskotið fevndi eisini um kostnaðarmeting av byggingini.

 

Í álitinum frá 2011 verður víst á, at “eitt næmingaheim við Skúladepilin í Suðuroy fer at lætta um møguleikan hjá lesandi og skeiðsluttakarum at finna sær bústað í lestrar- og skeiðstíðini.

 

Eitt næmingaheim fer eisini at skapa betri grundarlag fyri, at Skúladepilin í Suðuroy við nýggjum útbúgvingar- og skeiðstilboðum kann gerast uppaftur meira týðandi partur av lokalsamfelagnum í Suðuroy.”

 

Ávirkanin av uppskotinum um løn undir útbúgving er longu sjónlig við metstórum umsøkjara tali til heilsurøktara-útbúgvingina, tá umsóknarfreistin var farin 15. mars.

 

Spurningurin er so, um landsstýrismaðurin ætlar at fáa skipa umstøðurnar enn betur og taka stig til, at tilmælið um at byggja eitt næmingaheim við Heilsuskúla Føroya verður ført út í lívið, soleiðis at enn fleiri velja at fara á Heilsuskúlan.

 

Myndirnar eru frá álitinum um "Gagnnýtslu av Skúladeplinum í Suðuroy" frá okt. 2011.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##