Í gjár fekk løgreglan fráboðan um ein handilsstuldur. Tað var í Rúsuni í Havn. Vaktleiðarin á politistøðini í Havn sigur, at tey seinnapartin í gjár fingu eina fráboðan um at onkur hevði verið í handlinum og tikið vørur fyri slakar 3.000 og farin út uttan at gjalda fyri tað.
Handlarnir hjá Rúsdrekkasøluni eru væl útgjørdi við vakmyndatólum, so har sæst persónurin, og løgreglan heldur seg vita, hvør persónurin er.
– Vit fara at seta okkum í samband við hendan persónin í loypi av degnum, sigur vakleiðarin á politistøðini.