HB hevur framvegis fulla úrtøku, og í løtuni er HB topplið. Í kvøld vann HB 4-0 í Gundadali ímóti uppflytarunum í FC Suðuroy. Suðuroyngarnir hava tapt allar tríggjar dystirnar, og FC Suðuroy bíðar framvegis eftir fyrsta málinum. Málmunurin hjá FC Suðuroy er 0-8.
HB hevur saman við KÍ fulla úrtøku. Málmunurin hjá KÍ er +5, og hjá HB er málmunurin +6.
Hósdagin fær FC Suðuroy vitjan av TB í grannauppgerð á Eiðinum í Vági, og HB fer at spæla á útivølli í Hólmanum á Eiði.
Jákup L. Thomsen legði heimaliðið á odda, tá ið eitt korter var farið. Hetta var triðja málið hjá Jákupi í ár. Hann tykist av ávlara at vera komin fyri seg, eftir at hann í bæði fjør og í fyrraárið var nógv skaðadarvaður.
Gestirnir kendur, hvør leikluturin hjá teimum fór at verða í Gundadali. Tí kendist tað óvæntað í fyrra hálvleiki, at teir í HB vóru so lítið álopshugaðir og mesta partin av tíðini høvdu nógv fólk aftarlaga á vøllinum. Dan í Soylu hevði eftir álop í høgru og innlegg frá Mathias Voss heilt stóran møguleika at økja um leiðsluna, men fyri opnum máli sendi hann bóltin í tvørtræið.
Tá ið liðini komu aftur á vøllin eftir hvíldina, vóru heimamenninir meiri álopshugaðir og ágangandi. Eingin ivi man tó vera um, at teir í FC Suðuroy iðra seg um annað málið, sum varð skorað stutt eftir steðgin. Dan í Soylu legði innfyri við horna, og eftiransingarnar vóru ikki nóg góðar, og so skoraði miðvallarin Noah Mnenéy, sum var sera eyðsýndur.
So gekk skjótt við málskjótingini. Fimm minuttir seinni var tað aftur eftir horna og aftur og fram, tá ið innskifti Emil Grønn Pedersen skoraði til 3-0, og miðskeiðis í seinna hávleiki var tað miðvallarin Heini F. Sørensen, sum staðfesti 4-0 sigurin, ið er tann størsti higartil í ár.
##med2##
HB – FC Suðuroy 4-0 (1-0)
1-0: Jákup L. Thomsen 15.
2-0: Noah Mnenéy 49.
3-0 Emil Pedersen 55.
4-0: Heini F. Sørensen 67.
Dómari: Rúni Gaardbo
HB: Reinis Reinholds – Heðin Hansen, Bartal Wardum, Ási P. Dam – Mathias Voss, Heini F. Sørensen, Noah Mnenéy, Dan í Soylu, Ári Mohr Jónsson – Jákup L. Thomsen, Jonas Enkerud
FC Suðuroy: Rasmus Olsen – Jákup Joensen, Hunter Bell, Jimmy Abdul, Emmanuel Andorful – Salmundur Bech, Olivur Thomsen, Dánjal Godtfred, Pætur Augustinussen, John Villi Wøldike Leo – Eliasu Champang