Gjaldsjavnin tekur samanum allar fíggjarligu flytingarnar millum Føroyar og umheimin og verður lýstur við eini leypandi uppgerð (rakstrarviðurskifti gjaldjavnans) og eini árligari kapitaluppgerð, sum ger upp ogn og skuld millum Føroyar og umheimin (kapitaljavnin).
Rakstraruppgerðin telur saman allar inntøkur frá útflutningi og allar útreiðslur av innflutningi.
Í 2023 vóru inntøkurnar 18,6 mia. kr. og útreiðslurnar 17,3 mia. kr., og tað gevur eitt avlop á gjaldsjavnanum á 1,3 mia. kr. Avlopið stavar í stóran mun frá, at hava útflutt vørur fyri størri virðir, enn Føroya hava innflutt fyri. Harafturat hava inntøkuflytingarnar netto verið positivar (tí nógvir føroyingar arbeiða uttanlands), eins og rakstrarflytingarnar hava givið sítt íkast til avlopið (orsakað av ríkisstuðlinum úr Danmark).
Á tænastujavnanum var hall í 2023, men samanlagt var avlop á rakstrarviðurskiftum gjaldjavnans í 2023, sí mynd 1.
Mynd 1 Rakstrarviðurskifti gjaldjavnans
##med2##
Mynd 2 vísir niðanfyri vísir kapitaljavnan býtt á geirar. Nettoognin tilsamans var 5,1 mia. kr. í 2023, ið svarar til 19% av BTÚ. Samlaða nettoognin í 2023 stavaði í stóran mun frá fíggjarligu feløgunum (sí brúnu stabbarnir í mynd 2). Hetta er í ein stóran mun pensjónsuppsparingin hjá fólki, sum føroysku pensjónsfeløgini og peningastovnarnir umsita og hava plaserað í puljur av ymsum útlendskum virðisbrøvum, ið stendur sum ogn hjá fíggjarfeløgunum.
Nettoognin hjá fíggjarligu feløgunum var góðar 15 mia. kr. í 2023. Almenn fyrisiting og tænasta hevði eina nettoogn mótvegis útlondum á nærum 1,4 mia. kr. í 2023. Húsarhaldini høvdu eina nettoogn á 3,8 mia. kr., meðan vinnufyritøkurnar høvdu eina nettoskuld mótvegis útlondum á 15,2 mia. kr. í 2023.
Føroyar hava tey seinastu 20 árini havt eina positiva nettoogn mótvegis útlondum, men í 2022 varð skuldin størri enn ognin, og tað stavaði í stóran mun frá vinnuni. Í 2022 vaks skuldin hjá vinnufyritøkunum við nærum 3,5 mia. kr. samanborið við árið fyri vegna økta lántøku. Í 2023 minkaði skuldin hjá vinnufyritøkunum við 2,5 mia. kr., og harafturat minkaðu virðini á partabrøvum, sum útlendingar eiga í føroyskum fyritøkum, sum er ein orsøk til vøksturin í nettoognini í 2023 samanborið við 2022.
Er nettoognin negativ merkir tað, at Føroyar hava skuld mótvegis útlondum, tí okkara uppsparing ikki røkkur til okkara nýtslu- og íløguendamál og at lántøka úr útlondum tískil er neyðug. Er nettoognin hinvegin positiv, merkir tað, at Føroyar hava avlopsuppsparing mótvegis umheiminum, ið er tað sama sum, at útlond hava skuld til Føroya.
Mynd 2 Kapitaljavnin
##med3##
Les meira í frágreiðing landsbankans um fíggjarliga støðufestið fyrru hálvu 2025 her.