Eitt amerikanskt jagaraflogfar av slagnum F/A-18 Super Hornet fór í Reyðahavið í gjár, tá amerikanski flogberin, Harry S. Truman, sneiddi undan einum álopi hjá hourti'arum í Jemen.
Tað veit CNN at siga,
Sambært miðlinum kostar eitt slíkt flogfar fleiri enn 400 milliónir krónur í okkara peningi - ella einar 60 milliónir dollarar.
Sambært amerikanskum hernaðarkeldum noyddist flogberin at snara undan rakettum, sum houthi'arar úr Jemen sendu eftir skipinum, og tað var tá, at flogfarið gleið út av dekkinum og í havið.
- Hendingin fór fram, meðan roynt varð at toga flogfarið. Bæði flogfarið og vognurin, sum dró flogfarið, fóru í havið, sigur eitt umboð fyri amerikansku marinuna.
Verdens Gang veit at siga, at flogberin, Harry S. Truman, er í Reyðahavinum, har skipið roynir at tryggja altjóða skipaferðsluna í økinum, sum partur av einum felags átaki um hesar leiðir.
Lagt verður aftrat, at ein kanning er sett í verk, sum ítøkiliga skal lýsa, hví óhappið hendi, og hví jagaraflogfarið fór í havið og endaði við havsins botn.