Súnhild er borgari nummar 1600

Súnhild Langgaard er ættað av Strondum, men flutti fyri stuttum í Nes kommunu

 

Seinnapartin í dag var Súnhild Langgaard, sum er borgari nummar 1600 í Nes kommunu, boðin á kommunuskrivstovuna, har Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði henni eina minnisgávu og blómur.

 

Minnisgávan er tveir stakar, sum Joel Cole, listamaður, búsitandi í Saltnesi, hevur evnað.

 

Súnhild Langgaard er ættað av Strondum, men flutti fyri stuttum í Nes kommunu, nú hon varð gift við Beinir Langgaard á Nesi.

 

Seinastu árini er fólkatalið í Nes kommunu økt munandi, og herfyri fór fólkatalið upp um 1600.

 

- Frá januar 2020 til juli 2025 er fólkatalið økt úr 1338 upp í 1610 - ella við 272 fólkum, sum er 20,3 prosent, siga tey í Nes kommunu í dag.

 

##med2##

 

Súni í Hjøllum, Súnhild og Beinir Langgaard