Svenska fregnartænastan Säpo hevur lagt hald á eitt skip, sum er undir illgruna fyri at hava gjørt skaða á ein kaðal í Eystursjónum.
Tað skrivaði fregnartænastan í tíðindaskrivi í kvøld.
Málið er kannað sum grov sabotasja, skrivar Säpo.
Fyrr á degnum boðaði ein kaðalveitari frá, at ein undirsjóvarkaðal millum Svøríki og Lettland hevði fingið skaða. Seinni skrivaði forsætisráðharrin í Svøríki, Ulf Kristersson, at í minsta lagi ein datakaðal hevði fingið skaða.
Fregnartænastan hevur ikki sagt, hvat skip talan er um ella hvussu verður við skipinum.
Sambært svenska miðlinum Expressen liggur skipið við Karlskrona. Tað hevur svenska sjóverjan váttað fyri fjølmiðlunum.
Expressen skrivar víðari, at skipið eitur "Vezhen". Talan er um skip, sum er skrásett á Malta.
Í tíðindaskrivi frá svenska ákæruvaldinum upplýsir ákærin Mats Ljungqvist, at fleiri kanningarstig eru framd.
Hann kann ikki fara í smálutir um, hvørji tey eru í løtuni orsakað av kanningini, stendur í fráboðanini.
– Eg kann staðfesta, at svensku myndugleikarnir nú arbeiða intensivt saman um at kanna hesa hendingina, stendur í henni.
Svenska sjóverjan, svenska verjan og løgreglan arbeiða millum annað í løtuni við illgruna um sabotasjuna, stendur í tíðindaskrivinum hjá Säpo.
Fyrr í dag boðaði kaðalveitarin lettiska miðlinum LSM frá, at skaðin helst varð framdur av "ávirkan uttanífrá".
Nógv uppmerksemi er í løtuni á sjókaðalum í Eystursjónum eftir fleiri hendingar við skaddum kaðalum.
##med2##
Í Finnlandi er millum annað illgruni um, at tangaskipið "Eagle S" hevur gjørt skaða á fleiri kaðlar í Eystrasalti. Í desember fór finska løgreglan umborð á skipið og fekk manningina at sigla tað í finskan sjógv.
"Eagle S" er skrásett í Cook oyggjunum, men hildið verður, at skipið hoyrir til skuggaflotan hjá Russlandi, sum skipar við olju.
Expressen skrivar, at skipið "Vezhen" fór úr russisku havnini Ust-Luga, sum liggur í eystasta parti av Eystrasalti, 24. januar.
/Ritzau/