Tvey HM-aktuel norðurlendsk lið spældu í dag venjingardyst í Malmö, har Svøríki tók ímóti Íslandi.
Fyrri venjingardysturin í Kristianstad endaði við javnleiki 31-31 (16-16).
Í kvøld eydnaðist tað Svøríki at vinna ein tepran 26-24 sigur á Íslandi. Í steðginum vóru svenskarar á odda 14-11.
Lukas Sandell var toppskjútti hjá Svøríki við fimm málum. Elvar Örn Jónsson og Viggó Kristjánsson vóru toppskjúttar hjá Íslandi við fýra málum hvør.
Skráin fyri HM-bólk F (bólkin hjá Svøríki):
16. januar: Spania – Chile, klokkan 17.
16. januar: Svøríki – Japan, klokkan 19.30.
18. januar: Spania – Japan, klokkan 17.
18. januar: Chile – Svøríki, klokkan 19.30.
20. januar: Japan – Chile, klokkan 17.
20. januar: Svøríki – Spania, klokkan 19.30.
Skráin fyri HM-bólk G (bólkin hjá Íslandi):
16. januar: Slovenia – Kuba, klokkan 17.
16. januar: Ísland – Cap Verde, klokkan 19.30.
18. januar: Cap Verde – Slovenia, klokkan 17.
18. januar: Ísland – Kuba, klokkan 19.30.
20. januar: Kuba – Cap Verde, klokkan 17.
20. januar: Slovenia – Ísland, klokkan 19.30.