Tá tú ert forseti í máttmiklum landi - ella tú ert í øðrum leiðandi starvi - kann tað vera so mangt, sum verður lagt til merkis.
Um dagarnar hava útlendskir miðlar víst á myndir av høgra handabaki hjá amerikanska forsetanum, sum av eini ella aðrari orsøk er mislitt.
Í dag er tíðindaskrivarin hjá amerikanska forsetanum, Karoline Leavitt, komin við einari útsøgn um, hví handabakið hjá Donald Trump sær soleiðis út.
Annars kom fram í vikuni, at forsetin hevur trupulleikar við blóðæðrunum, og at hann her hevur eina kroniska sjúku.
Tíðindaskrivarin sigur á tíðindafundi, at orsøkin til mislitta handabakið er, at forsetin tekur í hondina og heilsar so nógvum fólki, og at mislitingin er eitt hjáárin av aspirin-viðgerð.
Einki verður sagt um, hvørt aspirin, sum eitt nú verður tikið ímóti pínu, verður givið sum tablett - ella í æðrarnar á handabakinum.
Hon sigur eisini, at Donald Trump hevur "normalan hjartastruktur og hjartafunktión", sum hon málber seg, og her eru heldur eingi tekin um, at nýravirknaðurin ikki er í lagi.
Sjálvur hevur 79 ára gamli forsetin við nógv høvi brúkt stór orð um sína egnu heilsu, og her hevur hann altíð latið væl at.
Men, seinastu tíðina hava fjølmiðlar havt ávíst fokus á heilsuna hjá forsetanum, eitt nú um hovin bein og mislitt handabak, veit tíðindastovan NTB at siga í dag.