Tríggjar bøtur fyri at vísa løgregluni fingurin

Tveir persónar vóru sera ólátaðir mótvegis løgregluni í nátt

Seint í nátt vóru tveir persónar skrivaðir fyri at vísa háðandi atburð móti løgreglufólki. Teir góvu løgreglu fingurin, longutong, og tað kostar eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. Men annar persónurin var sera stravin, sigur vaktleiðarin á politistøðini. Hann vildi ikki siga hvør hann var, og tað kostar eisini eina bót á skilhaldsreglarnar. Og tá hann so skuldi handtakast, so setti hann seg uppímóti handtøku, sum eisini kostar eina bót fyri brot á skilhaldsreglarnar. So hesin persónurin fekk tríggjar bøtur fyri brot á skilhaldsreglarnar.

Hin persónurin fekk eina bót fyri brot á skilhaldsrelgarnar.

Av tí at klokkan skuldi flytast í nátt, var løgreglan eisini runt á skeinkistøðan at kanna, um tey minst til, at tey skuldu steingja ein tíma fyrr enn annars. Men har var alt í lagi, sigur vaktleiðarin.

Onkrar hendingar vóru á skeinkistøðum, har duravørðar høvdu trupulleikar av fullum fólki, men eingin var tó meldaður fyri nakað í tí sambandinum, sigur vaktleiðarin.

Og í Klaksvík er eitt harðskapsmál meldað til løgregluna. Ein persónur fór á sjúkrahus til kanningar. Tað snúði seg um ung fólk undir 18 ár, og tað málið verður kannað nærri.