Trolbátar og garnaskip brúkiligan fiskiskap

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey fleiri landingar í næstu viku

Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Tvey av pørunum liggja tó við bryggju, men fara helst útaftur í næstum.

 

- Fiskiskapurin er misjavnur, men skipini fáa eisini nakað av hvítum fiski, serlliga hýsu og hvítingi.

 

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at fleiri pør koma inn at landa í næstu viku.

 

Í løtuni liggja allir djúpvatnstrolararnir við bryggju. Teir fara helst útaftur í vikuni.

 

- Ein frystitrolari fiskar svartkalva, verður lagt aftrat.

 

Av teimum smáu trolbátunum, eru fýra norðanfyri. Teir koma væntandi inn at landa fyrst í næstu viku.

 

- Trolbátarnir hava brúkiligan fiskiskap. Teir fáa mest av toski og hýsu og so nakað av upsa og flatfiski.

 

At enda verður sagt, at trý garnaskip fiska svartkalva, og eitt fiskar havtasku.

 

- Garnaskipini hava brúkiligan fiskiskap, og tey koma øll inn at landa í næstu viku, verður lagt aftrat.