Trump hóttir Putin tollrevsing

Amerikanski forsetin, Donald Trump, sigur, at hann er ”sera illur” inn á russiska forsetan, Vladimir Putin, um hansara atfinningar móti ukrainska forsetanum, Volodymyr Zelenskij.

Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix

Trump ávarar um, at hann fer at seta upp til 50 prosent revsitoll á russiska olju, um ein avtala ikki fæst um at enda kríggið í Ukraina.

 

Tað fer at henda "um eg haldi, at tað er Russlands skyld".

 

Tað sigur Trump við sjónvarpsstøðina NBC News.

 

Í samrøðuni hóttir hann eisini við at bumba Iran, um landið ikki ger kjarnorkuavtalu við USA.

 

Saul Loeb/AFP/Ritzau Scanpix