- Í løtuni liggja bæði tey størru ísfiskalínuskipini við bryggju, men væntandi fer annað skipið avstað í vikuni.
Soleiðis vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.
Um frystilínuskipini, sum nú eru fleiri í tali, verður sagt, at fiska tvey í íslendskum sjógvi, trý eru ávegis til Eysturgrønlands, og tvey fiska undir Føroyum.
- Skipini fáa mest av toski, hýsu, longu og brosmu,
Um útlitini til útróður í næstu viku verður sagt, at streymurin er harður, og veðrið verður heldur óstøðugt.
- So, vit vænta ikki nógvan útróður, men okkurt verður, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.