Trý skip landa svartkjaft í Fuglafirði

Í síðstu viku vóru seks skip, og eisini hesi høvdu svartkjaft

 

 

Hesa vikuna landa trý skip á Havsbrún í Fuglafirði, og øll skipini hava svartkjaft.

 

Tað veit heimasíðan - www.havsbrun.fo - at siga. 

 

Skipini eru Polar Amaroq 1550 tons, Tróndur í Gøtu 2400 og Hákon 2300 tons.

 

Í síðstu viku landaðu seks skip til Havsbrún, og eisini her høvdu øll svartkjaft.

 

Skipini í síðstu viku vóru: 

 

Ango 1300 tons, Polar Amaroq 200, Katrin Jóhanna 1330, Norðingur 230, Havfisk 1950, og Fagraberg hevði 3000 tons.