Tunnilin er opin aftur

Ein eldri maður var einsamallur í bilinum, sum rendi á rundkoyringina í Eysturoyartunlinum

Bilurin fekk stóran skaða og listarverkið hjá Tróndi Patursson í rundkoyringini fekk eisini stóran skaða, tá ein bilur rendi inn í rundkoyringina í Eysturoyartunlinum.

 

Tunnilin hevur tí verið stongdur seinasta tíman ella so. Men nú er staðið ruddað og tunnilin er opin aftur.

 

Tað var ein eldri maður, sum koyrdi bilin. Hann er fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. 

 

Løgreglan kennir ikki orsøkina, heldur ikki, um maðurin kann hava fingið eitt dánilsi, ella um hann hevur verið óansin. Tað verður kannað nærri.

 

##med2##