Talan er um tveir coastarar, sum hava gravimaskinur umborð. Skipini eru bygd í 2005 og eru altso nýggjastu skipini av hesum slag í føroyska flotanum.
Skipini verða rikin av Navigare, sum hevur fleiri skip av sama slag til at flyta mjøl, sand, salt og annað.Tey nýggju skipini fara at sigla í rutum uttanlands og til Føroyar, sum Navigare røkir. Fyrra skipið, sum er skrásett í dag eitur Vestlandia. Hitt skipið, sum eisini verður skrásett í hesi vikuni eitur Norlandia. Skipini verða umbygdi í Polen og er ætlanin at skipini koma í sigling í desembur í ár.
Skipini eru bygd í Slovenia, eru 2461 bruttotons, 87,9 metrar lang og 12,8 metrar breið.
Tað er felagið Arco við heimstaði á Glyvrun, sum eigur bæði skipini.