Veðrið er framúr gott, og í Vágum er øll orsøk til gott fótbóltslag. Dysturin millum 07 Vestur og TB er liðugur, og máltalvan vísir 5-0. Hetta er fyrsti sigur hjá 07 Vestur í ár. Hóast 07 Vestur framvegi er niðast á støðutalvuni, so ber avrikið og úrslitið í dag ábendingar við sær um, at tað kann vera ljós fyri stavn.
Hetta var fyrsta og einasta ferðin í ár, at Sigtór Petersen hevði ábyrgdina á heimabeinkinum. Mánadagin verður tað Michael Schjønberg, sum fer at standa fyri venjingini á Dungasandi, og tað er øll orsøk til, at spælararnir í næstu viku fara sera hugagóðir aftur til arbeiðis.
Undan dagsins dysti hevði 07 Vestur skorað sjey mál í níggju dystum. Í dag skoraði 07 Vestur fimm mál, og burtursæð frá málleysa javnleikinum á útivølli ímóti Víkingi fyrr í ár, so var tað í dag fyrsta ferðin í ár, at vágamenn fóru av vøllinum uttan at hava fingið mál ímóti sær.
Sigtór Petersen hevði broytt uppstilling á tann hátt, at Mikkel Hyllegaard og Jonathan Timothy Flensborg vóru í álopinum. Tað hava eir ikki verið fyrr í ár.
Serliga eyðsýndur var Mikkel Hyllegaard. Hann skoraði eitt mál – til 4-0 – og hann legði upp til øll hini trý málini í fyrra hálvleiki. Merkisvert var tað, at tað vóru útlendsku spælararnir á linum, sum skoraðu øll fimm málini, og í fýra førum vóru tað útlendskir spælarar, sum áttu uppleggið. Í 5-0 málinum, sum miðvallarin Filip Drinic skoraði, tá ið tað restaðu 20 minuttir, var tað Edvin Jakobsen, sum legði upp. Hann varð skiftur inn beinanvegin eftir steðgin.
TB avrikið var ógvuliga lítið sannførandi. Liðið var illa skipað, tá ið 07 Vestur í fyrra hálvleiki ferð eftir feð spældi seg ígjøgnum í høgru. Eitt nú tá ið Mikkel Elbæk Jakobsen beinanvegin rann ígjøgnum í høgru og so úr spískum sendi bóltin í málið, og tá ið Jonathan Timothy Flensborg eftir trimum minuttum miðskeiðis í fyrra hálvleiki økti til bæði 2-0 og 3-0.
Tað sigur ikki so lítið um avrikið hjá gestunum, at Ari í Haraldstovu Petersen í 07 Vestur málinum onga bjarging hevði. TB hevði onga roynd á heimamálið.
At leiðslan var so sannførdi bar við sær, at Sigtór Petersen í seinna hálvleiki skifti fimm spælarar út.
Annan sunnudag fær 07 Vestur vitjan av B68, og tá fær TB vitjan av KÍ.
07 Vestur – TB 5-0 (4-0)
1-0: Mikkel Elbæk Jakobsen 8.
2-0: Jonathan Timothy Flensborg 23.
3-0: Jonathan Timothy Flensborg 26.
4-0: Mikkel Hyldegaard 33.
5-0: Filip Drinic 70.
Dómari: Jákup Øssursson Mohr
07 Vestur: Ari í Haraldstovu Petersen – Jónas Prior, Nicolai Møller Dohn, Sonni Ragnar Nattestad, Brage Prestmo Kvithyld – Janus Svabo Samuelsen, Filip Drinic – Mikkel Elbæk Jakobsen, Mikkel Hyllegaard, Silas Gaard – Jonathan Timothy Flensborg
TB: Anders Tønnesen – Jóhan Renéson, Gilli Rólantsson Sørensen, Ndendé Adama Guéye, Ragnar Joensen – Mohamed Samba, Eirikur Ellendersen, Amidou Diop, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen (Mattias Djurhuus, 36.), Marley Blair – Samudeen Musah