Varðhaldsfongslaður fyri innbrot í handli

Ein maður varð í gjár varðhaldsfongslaður í 14 dagar fyri innbrot í einum handli í Havn

Um 11 tíðina í gjár varð boðað frá nógvari olju á vegnum millum Skálabotn og Skipaneskrossin. Tað var onkur bilur, sum hevði mist olju á vegin. Tað tók einar tríggjar tímar at reinsa vegin aftur, og arbeiðið var so umfatandi, at neyðugt var at steingja vegin, meðan vegurin varð reinsaður.

Seinnapartin í gjár tók løgreglan í Havn ein bilførara, har tað vísti seg, at hann koyrdi uttan førararætt, sum plagar at merkja, at viðkomandi hevur mist koyrikortið, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.

Sum vit skrivaðu um í gjár, so skuldi ein maður í grundlógaravhoyring í gjár, skuldsettur fyri innbrot í einum handli.

Tað kann tykist heldur álvarsamt at framseta ein persón í grundlógaravhoyring fyri eitt innbrot, men orsøkin til tað er, sigur vaktleiðarin, persónurin hevur ymiskt annað hangandi yvir sær og hevur framt líknandi áður. Tí vildi løgreglan hava mannin varðhaldsfongslaðan.

Rætturin gjørdi av at varðhaldsfongsla mannin í 14 dagar, meðan málið ímóti honum verður kannað. 

Um innbrotini, sum hava verið í privat hús seinastu dagarnar, sigur vaktleiðarin, at enn er eingin handtikin í málinum, men hann sigur, at tey hava góð spor at ganga eftir.