Video: Samrøða við Gretu

Greta Svabo Bech – nú greta svabo – hevði eina inniliga og dragandi konsert í nýggjum hami og við broyttum listafólkanavni. Tað nýggja tilfarið er stillført, leggur dent á tað vakra í gerandisdegnum, og tað eydnast ótrúliga væl.

Hoyrið Gretu greiða frá, hvussu tað kendist at spæla fyrstu konsert sum greta svabo og – ikki minst – sum mamma. Hon setir eisini orð á kontroversið um lagið Raise Your Weapon, ið hon hevur sungið inn, men sum onnur hava misbrúkt við at stjala hennara vokal uttan at geva henni kreditt. Nú hevur hon afturvunnið sína rødd, sum hon eisini segði undir konsertini: "Onnur brúktu mína rødd, men nú taki eg hana aftur."

 

 ##med2## 

 

Sum heild var tað ein øgiliga quotable konsert, bæði viðvíkjandi sangtekstum og viðmerkingum hjá Gretu. Her er sumt av tí:

 

"Sangirnir handla um tað, sum teir handla um, sum teir handla um."

 

"We're under the weather but over the moon."

 

"If the world is ending, can we have a party now?"