European League: Kiel og Flensburg fingu góð útgangsstøði á útivølli

Tað liggur væl fyri hjá liðunum í Norðurtýsklandi at vinna seg í Final Four

Liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel fekk týskvøldið eitt gott útgangsstøðið í fyrru fjórðingsfinaluni í EHF European League á útivølli móti franska liðnum, Limoges.

 

Dysturin endaði við javnleiki 26-26. Limoges var á odda 16-13 í steðginum. Eitt skiftið í fyrra hálvleiki var Limoges á odda við fimm málum

 

Nú kann Kiel við stóru heimafjøldini í rygginum í Wonderino-høllini komandi týsdag klokkan 17.45 vinna seg í Final Four við einum sigri á Limoges. 

 

Elias kom ikki á máltalvuna í hesum dystinum. Sambært hagtølunum hevði hann eina roynd á málið hjá Limoges. Vónandi fær hann ein størri leiklut í heimadystinum komandi týsdag.

 

Liðið hjá Jóhan á Plógv Hansen, Flensburg-Handewitt vann á útivølli 29-26 (15-15) á komandi liðnum hjá Óla Mittún, GOG. Returdysturin verður leiktur í Flens Arena komandi týskvøld klokkan 19.45.

 

Heldur ikki Jóhan var millum málskjúttarnar í kvøld. 

 

Sannlíkindini eru rættiliga góð, at bæði Kiel og Flensburg vinna seg til Final Four, ið verður leikt í Hamburg, dagarnar 24. og 25. mai.