Vit fáa brekumboðsmann --

Hægri tøkugjald í alivinnuni og góðar útbúgvingarmøguleikar

 

 

--

 

Føroyska alivinnan hevur fingið serliga høgar prísir fyri útflutta laksin í ár,

 

Alivinnan stendur fyri helvtini av øllum tí føroyska útflutninginum og hevur tí alstóran týdning fyri búskapin.

 

Vinnan skal gjalda tøkugjald fyri hvørt kilo av laksi, men við methøgu prísunum á laksi, verður hildið at gjaldið er í lægfra lagið.

 

Tíverður arbeitt við einum hægri tøkugjaldi, boðaði løgmaður frá.

 

Hann vísti eisini á, at skulu vit megna at menna samfelagið meir, so er neyðugt at vit útbúgva føroyingar og tð krevur fjølbroyttari útbúgvingar.

 

Eitt annað nýbrot í røðuni var, at Føroyar nú fáa ein brekumboðsmann.

 

Hesin skal hava eftirlit við, at altjóða breksáttmálin verður hildin.

 

-Harumframt skal umboðið upplýsa fólk, sum hava brek, um teirra rættindi. Hetta verður ein kærkomin skipan, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður í ólavsøkurøðuni.