Tað sigur Súsanna Bertholdsen, sum er landsstýriskvinna í heilsumálum.
Seinastu tíðina hevur nógv verið at hoyrt um sexchikanu og ósømiligan atburð frá leiðarum á Landssjúkrahúsinum, har serliga Frihedsbrevet.fo hevur gjørt nógv burturúr og tosað við fleiri fólk, sum siga seg hava kent til sexismu á Landssjúkrahúsinum.
Leiðslan á Landssjúkrahúsinum segði seg hava nøktandi mannagongdir, tá tað kemur til slík mál, men tók seinni í egnan barm í einum tíðindaskrivi, sum leiðslan sendi fjølmiðlunum 13. mars, har leiðslan legði dent á, at øll skulu kenna seg trygg á Landssjúkrahúsinum.
Vit hava spurt landsstýriskvinnuna í heilsumálum, Súsonnu Bertholdsen, hvat hon heldur um hesi viðurskifti, sum vit hava hoyrt um á Landssjúkrahúsinum, ið hon sum landsstýriskvinna varðar av.
– Eg kann ikki úttala meg um einstøk mál um sexismu; heldur ikki á Landssjúkrahúsinum, sjálvt um tað er ein stovnur, sum eg varði av, sigur hon.
– Men tá tað er sagt, so haldi eg, at tað er ordiliga gott, at hol er sett á hetta viðkomandi kjakið í Føroyum. Tíverri hava vit eisini sexismu í Føroyum. Tað skulu vit tora at seta orð á og gera nakað við. Í Føroyum er alt ov nógv, sum vit tiga burtur og vóna, at tað hvørvur av sær sjálvum.
– Á øllum arbeiðsplássum skulu starvsfólkini kenna seg trygg. Trivnaðurin og sálarliga arbeiðsumhvørvið skulu hava hægstu raðfesting. Vit skulu hava greiðar skipanir, har starvsfólk kunnu boða frá um happing, sexismu og øðrum trupulleikum, sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Vit spyrja hana, hvat hon ítøkiliga hevur gjørt í hesum máli, sum evsti ábyrgdarhavandi á økinum.
– Eg havi fylgt málinum í miðlunum og fingið skrivliga kunning frá forstjóranum í Sjúkrahúsverkinum. Eg havi fingið kunning frá leiðsluni og havi ikki meira at siga til júst handan spurningin, sigur Súsanna Bertholdsen.
Spurd um hon heldur, at hesin trupulleikin er serliga stórur á Landssjúkrahúsinum sigur landsstýriskvinnan, at henni vitandi eru ongar kanningar gjørdar í Føroyum av sexismu á arbeiðsplássum.
– So vit hava eingi hagtøl á vísa á, men eg ivist onga løtu í, at sexisma er eitt útbreitt fyribrigdi um alt landið og á nógvum arbeiðsplássum.
Landsstýriskvinnan sigur, at ein kunngerð um sálarligt arbeiðsumhvørvi er send til hoyringar.
– Og í henni eru eisini ásetingar um fyribyrging av kynsligum ágangi, sigur hon.
– Tað eru leiðslurnar á øllum stovnum og arbeiðsplássum, sum hava ábyrgdina av trivnaðinum hjá starvsfólkunum og at greiðar mannagongdir og skipanir eru, har starvsfólk trygt kunnu venda sær, um tey á onkran hátt kenna seg ótrygg ella sálarliga arbeiðsumhvørvið ikki er nøktandi, sigur landsstýriskvinnan.
– Nú er hol sett á kjakið um sexismu, so eg vóni og vænti, at leiðarar taka hetta í tí álvara, sum tað skal takast og taka neyðugu stigini at tryggja sínum starvsfólkum eitt trygt arbeiðsumhvørvi, sigur hon.
Men hvørji serlig tiltøk ætlar landsstýriskvinnan at seta í verk fyri at avmarka ella forða fyri slíkum?
– Eg fari at gera mítt til, at vit hava lógir, mannagongdir og skipanir, sum tryggja starvsfólkum eitt trygt arbeiðsumhvørvi, har fráboðanir um eitthvørt verða tiknar í álvara. Tað krevur dirvi at siga frá, og tí er tað so týdningarmikið at verða hoyrdur og tikin í álvara, sigur Súsanna Bertholdsen.
– Tí gleðir tað meg, at forstjórin í Sjúkrahúsverkinum alment hevur boðað frá, at tey fara at styrkja skipanina, har starvsfólk kunnu boða frá eitt nú sexismu, happing og øðrum trupulleikum á arbeiðsplássinum, sigur hon.
– Eg fari eisini at kunna meg um, hvussu mannagongdir og skipanir eru á øðrum stovnum undir Heilsumálaráðnum. Vit skulu tryggja okkum, at mannagongdir og skipanir eru nøktandi í sambandi við fráboðanir um sexismu, happing og aðrar trupulleikar á arbeiðsplássunum, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen.