Bussur endaði hálvur á sjónum í Noregi

Norska løgreglan sigur, at seks fólk, sum vóru í einum bussi úr Lettlandi, endaðu á sjúkrahúsi - tey flestu helst við smærri løstum

Fyrrapartin í dag fór ein bussur úr Lettlandi skeivur á vegnum við Flakstad í Norðland í Noregi.

 

Bussurin endaði partvís á sjónum.

 

Norska løgreglan, sum eigur viðheftu mynd, sigur, at seks fólk endaðu á sjúkrahúsi - tey flestu helst við smærri løstum.

 

Tilsamans 27 fólk vóru í bussinum, umframt førarin. Løgreglan sigur, at øll eru fingin úr bussinum, og hond verður tikin um tey.

 

Átaksleiðarin hjá løgregluni í økinum, Veronica Helen Nylund, sigur, at í løtuni er ógreitt, hví bussurin fór út av vegnum.

 

- Átaksarbeiðið er liðugt, og vegurin er opin aftur, leggur hon aftrat í samrøðu við norskar miðlar.