Fyri góðum tíma síðan sigur Landsverk á sínum Facebook-vanga, at fleiri áarlop hava verið.
- Koyrandi er ikki á hesum støðum í løtuni, eitt nú á Selatraðarvegnum, millum Leynar og Skæling, á Oyndarfjarðarvegnum og við Fossá í Haldórsvík.
Landsverk leggur aftrat, at maskinur eru ávegis.
Nú nógvi kavin, sum hevur ligið, er byrjaður at tiðna, hevur verið stúrt fyri áarlopum.
Neyvari kunning fæst á Facebook-vanganum hjá Landsverki, eins og Landsverk heitir á bilførarar um at vísa varsemi, tá koyrt verður millum bygdir.