Norðurkorearar í krígnum móti Ukraina vóru í fyrstani óroyndir, men hava skjótt lagað seg til.
Tað skrivar AP-tíðindastovan.
Norðurkoreanskir hermenn vórðu í fjør sendir út í Kursk-landslutin í Russlandi í bardøgum móti ukrainarum. Vesturheimurin lýsti tað sum eina munandi herðing.
Nú ávara fleiri lond um, at norðurkorearar fáa týdningarmiklar royndir, sum eisini kunnu brúkast í øðrum høpi.
- Fyri fyrstu ferð í áratíggju fær norðurkoreanski herurin veruligar hernaðarligar royndir, sigur Andriy Yusov, talsmaður fyri hernaðarligu fregnartænastuna í Ukraina, sambært AP.
- Hetta er ein alheims avbjóðing - ikki bara fyri Ukraina og Evropa, men fyri allan heimin.
USA metir, at tað eru yvir 12.000 norðurkoreanskir hermenn í Russlandi.
Ein dulnevndur ukrainskur hermaður lýsir teir fyri AP sum "dissiplineraðar" og "metodiskar" í bardaga. Onnur hava lýst teirra taktisku tilgongd til kríggj sum ótíðarhóskandi á boðtænastuni Telegram.
Fyrr í vikuni sendi USA eina ávaring til trygdarráðið hjá ST um støðuna hjá norðurkoreanarum.
- Norðurkorea stendur til at fáa munandi ágóðan av at fáa russiska hernaðarútgerð, tøkni og royndir, sum fara at økja um førleikarnar at føra kríggj móti grannunum, sigur Dorothy Camille Shea, amerikanski varasendiharrin í ST, sambært Reuters.
Í gjár vórðu tveir norðurkoreanskir hermenn tiknir til fanga av Ukraina, boðar ukrainski forsetin, Volodymyr Zelensky frá.
Hóast nógvar vikur við bardøgum, so eru talan um einastu tveir norðurkoreansku krígsfangar, sum Ukraina hevur tikið.
Sambært ukrainska forsetanum er hetta tí, at norðurkorearar royna við øllum teir kunnu at sleppa undan at verða fangaðir livandi.
Sambært AP kunnu norðurkoreanskar krígsroyndir gerast ein trupulleiki, tí landið, við mettum 1,2 milliónum hermonnum, hevur ein av heimsins størstu herum, men bert avmarkaðar royndir - serliga við nútímans kríggi.
/Ritzau/