Yvirhálaði tvær ferðir í tunli

Í gjár fekk løgreglan tvær ferðir boð um sama bil, sum breyt ferðslulógina tvær ferðir

Løgreglan fekk í gjár tvær ferðir fráboðan um sama bil, sum tvær ferðir yvirhálaði aðrar bilar í Eysturoyartunlinum. Løgreglan fann bilføraran, sum fekk tvey klipp í koyrikortið.

Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar á landsvegnum við tunnilsmunnan á Oyrareingum. Har varð eitt mál skrivað, sum var ein bilførari, sum koyrdi 102 km um tíman, sum gevur klipp í koyrikortið.

Stutt fyri midnátt steðgaði løgreglan eini bili, har tað vísti seg, at bilførarin var ávirkaður av rúsevnum. Har varð blóðroynd tikin og lyklarnir til bilin tiknir frá persóninum, til ein edrúur persónur kundi fara við bilinum.

Løgreglan í Suðuroy tók um midnáttarleitið ein bilførara, sum verður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um skalvalop í Sandslíð. Tað var tó koyrandi, men ikki meira enn tað, segði vakthavandi á politistøðini. Landsverk fekk boðini og ruddaði vegin aftur.

Løgreglan var eisini í býnum í Havn í nátt til fólk fóru til hús, men har var einki at skriva heim um. Men í morgun varð løgreglan boðsend at koma eftir onkrum, sum lá og svav á einum wc og sum helst hevði sovið har síðani í nátt einaferð.