Countrystjørnan Hallur Joensen kemur á G!

Føroyingum dáma væl countrytónleik, tað vita vit. Tí eru vit fegin at kunngera at okkara fyrsta navn í ár er Hallur Joensen.

Tíðindaskriv:

 

Øll kenna løgini, sum í lurtinum eru spæld, dag út og dag inn, í áravís, og vit syngja við, tá ið vit hoyra "Kyss ein eingil hvønn morgun", "Vinir eru reyðagull", "Lívið er ein lítil løta", fyri bert at nevna nøkur úr rúgvuni. 

 

Røddina hevur hann av gulli og framførslur hansara eru framúr. Hallur Joensen er ikki bert ein sera fyrikomandi maður úr Klaksvík, nei, hann er av sonnum ein countrystjørna!

 

So finn tær kovboyhattin fram og sprikk avstað, tí Hallur Joensen kemur at framføra á G!, sum verður dagarnar 17.-19. juli 2025! 

 

Tú mást fara!