Í spurnartímanum hjá forsætisráðharranum í morgin verður samtulking millum grønlendskt og danskt, tá grønlendsku tinglimirnir spyrja.
Avgerðin um at royna samtulking er tikin av formanninum í Fólkatinginum, upplýsir Fólkatingið í tíðindaskrivi.
Orsøkin er, at grønlendska fólkatingskvinnan Aki-Matilda Høegh-Dam úr flokkinum Siumut hevur boðað frá, at hon bert fer at tosa og spyrja forsætisráðharran á grønlendskum í spurnartímanum.
- Vit hava lagt okkum eftir at ganga ynskjunum hjá Aki-Matildu Høegh-Dam á møti innan ta heilt stuttu tíð, sum vit hava havt tøka, sigur formaðurin í fólkatinginum, Søren Gade, í tíðindaskrivinum.
- Hetta gevur okkum møguleikar at fáa okkum royndir, sum vit kunnu taka hædd fyri, tá ið formansskapurin skal taka eina prinsipiella støðu til, um fólkatingið skal hava eina veruliga skipan við samtulking.
Í oktober í fjør varð ein skipan sett í gildi á Fólkatingi, har grønlendskir og føroyskir tinglimir fáa eyka talutíð, tá teir eru á røðarapallinum at umseta sínar røður, um teir ynskja at halda hana á grønlendskum ella føroyskum.
/Ritzau/