Ein spældi sær av við koyrikortið

Løgreglan gjørdi í gjár ferðmátingar ymsa staðni

Tá løgreglan í gjár máldi ferð á Skipanesi í Eysturoy, var ein bilførari, sum koyrdi 79 km um tíman, og fyri tað fekk hann klipp í koyrikortið – og var um reppið at fáa eina treytaða frádøming, sum hann hevði fingið, um ein koyrdi ein km um tíman skjótari.

Tveir bilførarar vórðu tiknir í Søldarfirði, sum koyrdi ávikavist 74 og 76 m um tíman. Teir fingu eisini klipp í koyrikortið.

Á Velbastaðvegnum í Havn var ein bilførari máldir til at koyra 105, sum verður niðursett til 101, tá løgreglan trekkir óvissuna frá. Hann fekk eina treytaða frádøming av koyrikortinum. Hetta fekk hann, tí at ferðin á hesum vegastrekkið er niðursett frá 80 til 60 km um tíman, og tá ferðin er niðursett, so er skjótari at fáa klipp og treytaða frádøming. Tí koyrir tú meira enn 15 km um tíman ov skjótt, so fellir hamarin, og tú fært klipp í koyrikortið. Og koyrir tú meira enn 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað treytað frádøming av koyrikortinum.

Eitt ferðsluóhapp var á Marknagilsvegnum í Havn um við vegamótið við Dalavegin, tá ein bilur rendi í reyvina á bilinum frammanfyri. Hetta varð fráboðað klokkan 18:15. Talan var um rættiliga stóran materiellan skaða á bilarnar. Ein persónur varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar. 

Bilførarin, sum rendi á, verður skuldsettur fyri ikki at halda frástøðuna.