Tað merkir við øðrum orðum, at hann áður hevði mist koyrikortið, og tí hevði hann ikki førararætt.
Hetta var um 10:30 tíðina í gjáramorgunin, sigur vaktleiðarin á politistøðini í Havn.
Vaktleiðarin sigur, at talan er um ein persón, sum hevur koyrt nakrar ferðir, og sum løgreglan kennir. Og tá tað gerast fleiri mál ímóti einum slíkum persóni, so verða øll løgd saman, og tá málið kemur í rættin. Og tá kann henda, at bilurin verður tikin frá persóninum.