Eftir landsliðssteðg er tað aftur umfar í bestu fótbóltsdeildini hjá monnum. Talan er um triðja umfar.
Fyrsti dysturin verður við Stórá í Trongisvági, har B36 er gestur. TB hevur verið partur av tveimum javnleikum, meðan B36 hevur tapt báðar dystirnar.
Klokkan 15 verður fyrsta bríksl í trimum dystum. KÍ er stórfavorittur á heimavølli ímóti EB/Streymi. Klaksvíkingar hava vunnið fulla úrtøku, og EB/Streymur hevur fýra stig.
Víkingur hevur vitjan av 07 Vestur. Felags fyri hesi bæði er, at úrtøkan í tveimum teimum fyrstu umførunum hevur verið lítil. 07 Vestur hevur einki stig vunnið, og Víkingur hevur vunnið eitt stig.
HB, sum hevur fulla úrtøku, fær seint seinnapartin vitjan av uppflytarunum í FC Suðuroy, sum einki stig hava vunnið.
Klokkan 19 verður grannauppgerð við Løkin í Runavík, har NSÍ fær vitjan av B68. NSÍ hevur fulla úrtøku, og B68 hevur vunnið ein dyst og tapt ein dyst.
KÍ – EB/Streymur: Heini Ziskason Viðoy kl. 15.00
Víkingur – 07 Vestur: Alex Troleis kl. 15.00
NSÍ – B68: Eiler Rasmussen kl. 19.00
HB – FC Suðuroy: Rúni Gaardbo kl. 17.00
TB – B36: Dagfinn Forná kl. 14.45