ES ætlar at gera felags ætlan fyri kaðalbrot

ES ger eina felags virkisætlan fyri at fyribyrgja skaða á sjókaðal.

Fleiri mál um kaðalbrot hava verið í Eystrasalti seinastu mánaðirnar

Tað segði Henna Virkkunen, næstforkvinna í ES-nevndini fyri tøknieftirlit, trygd og fólkaræði, undir framløgu av ætlanini í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, mikudagin.

Hon váttaði eisini, at ES-nevndin er kunnað um eitt nýtt kaðalbrot í Eystrasalti og fylgir kanningararbeiðinum.

Fleiri svenskir miðlar skrivaðu í dag um nýggja kaðalbrotið.

Sambært svensku løgregluni er tað kannað sum sabotasja.

ES-nevndin ætlar at økja eftirlitið við sjókaðalum og eisini skapa ein flota, sum kann umvæla kaðalarnar í neyðstøðum.

 

Ritzau/Reuters

 

 

Fleiri mál um kaðalbrot hava verið í Eystrasalti seinastu mánaðirnar