Tórbjørn um ting-kvinnur: Shopping-túr í New York fyri almennar pengar

– Eingin kom klókari heimaftur, segði hann

##med2##

 

Tórbjørn Jacobsen fanst í fjør harðliga at, tá Løgtingið brúkti pengar at senda tingkvinnur til New York á ráðstevnu. Hann kallaði tað ein shoppingtúr, og segði, at eingin teirra var klókari, tá tær komu heimaftur.

 

Tað fall ikki í góða hjá formanninum í Kommunufelagnum í fjør, at tingkvinnur vóru farnar til New York á ráðstevnu um javnstøðu, tá sendingin Stjórnin á FM1, har Jóannes Eidesgaard, Herðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen eina ferð um vikuna kjakast um aktuell politisk evni, viðgjørdi hesa ferðina hjá tingkvinnum í New York.

 

Ein av kvinnunum, sum var við á túrinum í New York, fanst at borgarstjóranum í Runavík, og spurdi, um hann sjálvur rindaði ferðina, tá hann sum borgarstjóri í Runavík var ferð í Miami Beach í Florida á ráðstevnu um cruise.

 

Í hesum døgum er stórt ferðalag í Íslandi – við Tórbjørn Jacobsen sum leiðara – eisini fyri almenna rokning. Onkur kallar tað ballingartúr og fer ikki við, meðan onnur siga, at tað er eitt gott skeið fyri nýggjar kommunalpolitikarar.

 

Sambært Tórbjørn Jacobsen, so eru tey í Kommunufelagnum noydd at fara uttanlands til slík skeið. Tey kunnu ikki halda tey í Føroyum, tí tá tíma kommunalpolitikarar ikki at møta upp. Nú tey eru samlað í Íslandi, so møta øll upp, sum eru við á ferðini, segði hann við útvarpið í gjár.

 

Prísurin fyri at senda kommunustýrislimri til Íslands á hetta skeiðið er 10.000 krónur fyri hvønn + endurgjald fyri lønarmiss.

 

Tað eru tilsamans 203 kommunalpolitikarar í Føroyum. Allir eru ikki við, men nógvir eru farnir, og embætisfólk eru eisini við á ferðini. Sambært kommunufelagnum eru 174 fólk við í ferðalagnum. 10.000 króur fyri hvønn teirra eru 1.740.000 krónur + tað, sum tey skulu hava í endurgjaldi fyri lønarmiss.

 

Brot úr sendingini kann hoyrast við at trýsta á pílin undir myndini.

 

Her eru nøkur av skoðsmálunum, sum Tórbjørn Jacobsen gav hesum New York túrinum hjá løgtingskvinnunum:

 

»Vit hava sæð myndir av Facebook, tá hesar somu kvinnur hava verið uttanlands og shoppað«.

 

»Tað er gingið greitt fram í miðlunum, at tað er skattaborgarin í Føroyum, sum betalir fyri hesa ferðina, og tær pylsurnar, sum tær keypa í onkrum pylsuvogni í New York, fara tær at betala sjálvar«.

 

»Her er eingin politisk agenda í hesum túrinum«.

 

»Hetta kann gott vera onkur ráðstevna, har tað bara snýr seg um undirhald«.

 

»Eg trúgvi ikki, at nakar kemur klókari heimaftur frá hesum túrinum.

 

»Hetta er ein túrur, har ið man hevur valt saman at fara eina ferð, sum endar sum ein upplivilsisferð, sum ein shoppingferð, ella hvat tað er, og so koma tær heimaftur«.

 

»Kvinnur í tinginum klára ikki nóg væl at halda tey ideologisku mørkini ímillum stevnurnar hjá flokkunum«.

 

»Kvinnusakin bindur meira enn gott er. Tí fært tú ofta ikki tað parlamentariska orðaskiftið, sum tú burdi fingið fyri at fáa málini so væl viðgjørd sum yvirhøvur gjørligt í tinginum«.

 

»Eg minnist meg ikki at hava verið nakran túr uppá landsins besta, uttan at tað hevur verið eitt endamál við túrinum. Í hesum førinum er einki politiskt endamál fyri Føroyar í hesum málinum«.

 

»Hevði eg verið ein partur av hesum her, so hevði eg goldið tað sjálvur, tað er 100 prosent sikkurt«.

 

»Í tvey ár fleyg eingin, og samfelagið gekk akkurát, sum tað hevði gjørt frammanundan. Tí spyrji eg meg sjálvan, hvussu nógvar av hesum ferðunum hjá tí almenna geiranum og hjá tingfólki eru neyðugar yvirhøvur?«