Filmsvinnufeløgini Film.gl og Føroysk Filmsfólk finnast hvassliga at avgerðini hjá DR um at taka aftur heimildarfilmin " Grønlands Hvide Guld".
Innihaldið í heimildarfilminum hevur verið nógv umrøtt seinastu tíðina, og hóast hørðu umrøðuna hevur eingin ábending verið um, at heimildararfilmurin inniheldur skeivar upplýsingar.
Luttakarar í heimildarfilminum nevna óvissuna í tølunum, og tosað verður um munin á “umsetningi” og “vinningi”. Tað er órógvandi, at ein umstríddur grafur - og eftirfylgjandi politiski kritikkurin - førir til bæði uppsøgn og afturtøku av einum heimildarfilmi.
Vit síggja hesa avgerðina sum eina harðliga yvirreaktión, sum kundi mint um sensur. Vit vilja tí mæla til, at DR endurútgevur “Grønlands Hvide Guld” - um neyðugt við einum disclaimara - soleiðis, at allir borgarar í ríkinum fáa møguleika at mynda sína egnu meining um verkið í staðin fyri at skula lata sær lynda eitt alment kjak, sum ikki gevur eina nøktandi lýsing av sjálvum heimildararfilminum.
Filmur.gl
Føroysk Filmsfólk