Men nú skal stovnurin effektiviserast, og tí verður eitt starvsfólk sagt úr starvi. Hetta merkir, at nú skal Annika bæði røkja sítt egna arbeiði og uppgávurnar hjá tí uppsagda.
Fyrst hugsar hon: "Eg eri góð til mítt arbeiði, so hatta skal eg nokk klára." Men skjótt merkir hon, at tíðin ikki strekkir til, um hon skal røkja allar uppgávurnar. Borgarar fáa ikki longur somu tænastu, arbeiðsdagurin er stressandi, og hon fer troytt heim hvønn dag.
Tá Annika til endans verður sjúkrameldað við stress, verður tað brúkt sum prógv fyri, at Annika ikki klárar arbeiðið nóg væl – hóast tað var sparingin, sum gjørdi hana sjúka.
TØLINI SÍGGJAST - MENNISKJUNI HVØRVA
Almennu stjórarnir síggja bara tølini – ikki arbeiðsdagarnar, ið gerast longri og tyngri. Spurningurin er: Nær fara vit at viðganga, at effektivisering ofta bara er eitt annað orð fyri verri arbeiðsumstøður?
Vit mugu krevja meira gjøgnumskygni og samstarv. Starvsfólk og fakfeløg mugu fáa innlit og ávirkan, tá løgmaður fer at viðgera tilmælini hjá almennu stjórunum. Annars fara starvsfólk at hvørva í einum turrum roknistykki – og teirra rættindi við teimum.
Tað er ikki nokk at síggja sparingarnar. Vit mugu eisini síggja menniskjuni aftanfyri.
Hergeir Staksberg
Nevndarlimur í Starvsfelagnum