Tað er Terji Beder, varamaður hjá Javnaðarflokkinum á tingi, sum hevur sett Jóhan Christiansen, landsstýrismanni í samferðslumálum, ein grein 52a fyrispurning um Gøtudalstunnilin og raðfestingar í samferðsluætlanini. Tingmaðurin spurdi soleiðis:
1. Hví eru aðrar tunnilsverkætlanir tiknar fram um Gøtudalstunnilin, tá tær sambært samferðsluætlanini hjá Landsverki áttu at fingið lægri raðfesting enn Gøtudalstunnilin?
2. Hevur útsetanin av Gøtudalstunlinum viðført aðra vegagerð í mun til Eysturoyartunnilin?
3. Ætlar landsstýrismaðurin at virka fyri, at Gøtudalstunnilin aftur kemur á skrá?
4. Um landsstýrismaðurin ætlar at virka fyri tunlinum, nær kann tá væntast, at farið verður undir at bora?
Í svarinum sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, at Gøtudalstunnilin er partur av samferðsluætlanini. Ein liður í at útbyggja høvuðsvegakervið, sum knýtir miðøkið og norðurøkið saman.
– Landsverk er fakmyndugleiki landsins innan vegagerð og tunnilsgerð. Samferðsluætlanin hjá Landsverki fyri 2018 – 2030 er eitt fakligt tilmæli til politisku skipanina at taka støðu til, hvørjar loysnir eru skilagóðar, og hvussu íløgurnar kunnu raðfestast. Politiska skipanin ger síðan sínar egnu raðfestingar, og hevur landsstýrið eina langtíðarløguætlan, sum verður dagførd eftir tørvi, sigur landsstýrismaðurin.
– Landsverk vísir á, at langtíðar íløguætlanir innan samferðslu verða politiskt samtyktar í fleiri av okkara grannalondum. Eitt nú í Íslandi og Noregi, har samferðsluætlanir verða lagdar fram fyri tingið til viðgerðar og góðkenningar, sigur hann.
– Eftir samferðsluætlanini hjá Landsverki fyri 2018 - 2030 verður Gøtudalstunnilin bygdur í tíðarskeiðinum 2022 – 2025, sigur landsstýrismaðurin.
Hvalbiartunnilin, Tunlarnir Norður um Fjall og Dalstunnilin vóru raðfestir fremri enn Gøtudalstunnilin eftir samferðsluætlanini hjá Landsverki. Fámjinstunnilin skuldi eftir ætlan gerast aftan á Gøtudalstunnilin. Dalstunnilin og Fámjinstunnilin verða eftir ætlan lidnir í ár. Sostatt fylgir tunnilsgerðin í ávísan mun raðfylgjuni fyri tunnilsgerð hjá Landsverki.
Í svarinum til annan spurning sigur landsstýrismaðurin, at í sambandi við Eysturoyartunnilin hevur ætlanin áður verið, at høvuðsferðslan til og frá Eysturoyartunlinum, eysturoyarmegin, skuldi fara eftir vestara armi á Skálafjørðinum, til og frá økjunum norðan fyri Gøtueiði, umvegis ein tunnil millum Gøtudal og Skálabotn.
– Tað, at Gøtudalstunnilin ikki er gjørdur, merkir, at ferðslan er tað størri eystaru megin við Skálafjørðin, men hevur tað neyvan ført við sær aðra vegagerð.
– Fyri at betra um ferðsluviðurskiftini til og frá Eysturoyartunlinum ígjøgnum Runavík, Saltangará og Glyvrar verður Fjøruvegur gjørdur at leiða ferðsluna til og frá Eysturoyartunlinum burtur frá høvuðsvegnum í Runavík, sigur landsstýrismaðurin.
Í svarinum til spurning 3 og 4 sigur Jóhan Christiansen, at í 2019 vóru 2 mió. kr. játtaður til at fyrireika verkætlanina.
– Játtanin var brúkt til at gera jarðfrøðiligar forkanningar og aðrar fyrireikingar, og komu fyrireikingarnar væl áleiðis.
– Tað eru játtaðar 1 mió. kr. í 2025 til at gera jarðfrøðiligu kanningarnar lidnar, og at halda fram at fyrireika Gøtudalstunnilin.
– Sambært Landsverki verður klárt at prosjektera Gøtudalstunnilin tíðliga komandi ár, treytað av játtan.
Landsverk arbeiðir nú við at dagføra samferðsluætlanina. Tað verður eitt gott grundarlag fyri at dagføra íløguætlan landsins. Gøtudalstunnilin er ein týðandi liður í útbyggingini av høvuðsvegakervinum, og er ein skilagóð íløga, sigur Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, í svari til Terja Beder, varmann hjá Javnaðarflokkinum á tingi.