Sunda kommuna hevði sýtt fyri at veita innlit vísandi til kravið um eyðmerking í innlitslógini, og at tað ikki var gjørligt at leita fram skjalførdu upplýsingarnar, ið umbønin um innlit fevndi um.
Umboðsmaðurin helt tað ikki vera rætt, at Sunda kommuna vísti til kravið um eyðmerking. Harafturat helt umboðsmaðurin, at umstøðurnar í málinum ikki vóru soleiðis, at kommunan kundi vísa á sína egnu skipan at skjalføra sum grundarlag fyri ikki at veita innlit.
Sunda kommuna hevði kravt eitt undangjald fyri at veita innlit. Í kanning frá 2023 hevði umboðsmaðurin mint Sunda kommunu á, at undangjald einans kundi krevjast í serstøðum.
Umboðsmaðurin gav samanumtikið Sunda kommunu eina átalu fyri avgreiðsluna av umbøn klagarans og fyri ikki at broyta sína mannagongd at krevja gjald, soleiðis sum umboðsmaðurin áður hevði mint kommununa á.
Les meira her