HB bannið hjá B36 er horvið

Í dag vann árstalsfelagið í Gundadali fyri fyrstu ferð í seks ár ímóti grannunum

Tað var so spennandi og intenst, sum tað altíð er, tá ið talan er um grannauppgerð í Gundadali.

 

Sammett við nógvu tær undanfarnu ferðirnar, so var munurin tann í dag, at B36 streyk avstað við øllum trimum stigunum. Soleiðis hevur tað ikki verið seks tey seinastu árini. Síðsti B36 sigurin undan dagsins sigri var 7. apríl í 2019, tá ið B36 vann 2-1.

 

Í dag var úrslitið 3-2 til B36 eftir 1-1 í fyrra hálvleiki. Hetta var fyrsta ferðin í ár, at HB fór av vøllinum uttan úrtøku í landskappingini, og hetta var fjórða ferðin á rað, at B36 fór av vøllinum við sigri. B36 hevur vunnið tríggjar landskappingardystir á rað og sigur í steypakappingini.

 

-Vit eru fegnir, og hetta hevur so sera stóran týdning fyri okkum øll í felagnum, segði B36 liðformaðurin Hannes Agnarsson í samrøðu við FM1. Tað var Hannes, sum lítla løtu undan leikloki skoraði 3-2 sigursmálið.

 

B36 venjarin Jákup Martin Joensen staðfesti, at sigurin kennist serliga søtur, tá ið hugsað verður um, at tað fyri stóran part vóru spælarar, ið eru uppvaksnir í felagnum, sum vóru við til at vinna:

 

-Felagið leggur dent á, at tað eru spælarar, ið eru uppaldir í felagnum, sum manna liðið. Í dag var tað merkisvert, at átta av teimum fyrstu ellivu eru uppaldir í felagnum. Soleiðis verður tað ikki hvørja ferð, og vit fegnast um allar B36 spælararnar, men hetta er hugaligt. Hugburðurin var góður, og sigurin var uppiborin. Í dag fegnast vit um sigurin ímóti grannunum, men hósdagin fáa vit vitjan av B68, og tá mugu armarnir vera upp á pláss aftur, tí tað er fyrst og fremst hart arbeiði, ið ber stig og sigrar við sær, sigur Jákup Martin Joensen.

 

Fyri fjórði ferð í ár var miðverjin Bogi Reinert-Petersen málskjútti, tá ið hann legði B36 á odda 1-0. Tá vóru tíggju minuttir farnir, og smáar tíggju minuttir seinni svaraði HB aftur, tá ið Heðin Hansen við høvdinum setti bóltin í málið.

 

Miðskeiðis í seinna hálvleiki var B36 aftur frammanfyri. Símun Sólheim legði við hornasparki bóltin innfyri, og miðvallarin Ragnar Samuelsen setti bóltin í málið. B36 var frammanfyri í fýra minuttir, og so svaraði HB aftur. Innskifti Mathias Voss, sum fýra minuttir undan steðginum hevði avloyst Ása P. Dam, var málskjútti.

 

So sá tað út til, at tað fór at enda javnt, soleiðis sum tað so ofta hevur gjørt, men Hannes Agnarsson skoraði sigursmálið í 88. minutti.

 

-Ofta hava vit kent okkum hava marginalirnar ímóti, tá ið talan hevur verið um grannauppgerð, men soleiðis var tað ikki í dag, staðfestir Hannes Agnarsson í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.