Herdis Højgaard Petersen skeyt fyrsta málið við Tjarnir

Neistin vann fyrstu finaluna við Tjarnir – og Herdis Højgaard Petersen úr Kyndli skeyt fyrsta málið í nýggju høllini

Neistin vann fyrstu finaluna Við Tjarnir. Talan var um gentur 16, har Neistin vann 26-22 á Kyndli, eftir hálvleiksstøðuna 11-6 til Neistan.

Eftir dystin var Sigrid Hansdóttir hjá Neistanum kosin dagsins leikari – og Herdis Højgaard Petersen hjá Kyndli fekk eina heilsan, tá hon skeyt fyrsta málið Við Tjarnir.