Í dag er Holocaust dagur

27. januar er altjóða Holocaust dagur hjá ST. Fyri sættu ferð verður skipað fyri føroyskum holocaustdegi. Hesaferð er Skúlin við Løgmannabreyt vertsskúli

Í dag er altjóða minningardagur fyri Holocaust. At hesin dagurin er settur til at minnast Holocaust samtykti ST í 2007. Tað var júst 27. januar í 1945, at hermenn frá Sovjetsamveldinum komu fram til týningarleguna Auschwitz í Póllandi.

 

 

 

  • Holocaust er heitið fyri nasistisku jagstranina eftir jødum, og somuleiðis nasistiska aðalmálið um at týna allar jødar úr Evropa. 
  • Orðið sjálvt merkir "brent" ella "brennioffur". 
  • Shoah er nútíðar jødiska/hebraiska heitið fyri Holocaust. 
  • Nasistarnir komu framat valdinum í Týsklandi í 1933 og høvdu valdið á landinum fram til fallið í Øðrum Heimsbardaga í 1945. 
  • Í hesum tíðarskeiðið drópu nasistarnir áleið seks milliónir jødar í Týsklandi og í teimum londum, sum Týsklandi hevði ræðið á. 
  • Nógvir jødar vórðu sendir í týningarlegu, har teir vórðu dripnir í gasskømrum ella doyðu orsaka av hungur og sjúku. 
  • Ein tann kendasta týningarlegan var Auschwitz-Birkenau í hersetta Póllandi. Har verður hildið, at áleið eini 1.1 milliónir fólk vórðu dripin. 

 

Fyri sættu ferð verður skipað fyri føroyskum holocaustdegi í dag. Nám sigur soleiðis um føroyska holocaustdagin í ár í tíðindaskrivi:

 

Altjóða dagurin til minnis um holocaust og onnur fólkadráp 27. januar 2025

 

Altjóða dagurin til minnis um holocaust og onnur fólkadráp nærkast nú av álvara. Sum tykkum kunnugt, seta vit í ár sjóneykuna á fólkamorðið í Kambodja nú 50 ár eru liðin, síðan Reyðu Khmerdrápini tóku seg upp. Frá 1975 og fýra ár fram kravdu drápini um 1,7 milliónir mannalív. Tey flestu doyðu í hungri og av sjúku, men stýrið avrættaði eisini nógv. Tvingsilsarbeiði, tvingsilsflutningur, píning og eftirlit vóru nøkur av amboðunum, sum stýrið brúkti at kúga fólkið við.

 

Í skúlanum við Løgmannabreyt

 

Skúlin við Løgmannabreyt verður vertsskúli í ár, og stroymt verður til allar framhaldsdeildir og miðnámsskúlar, og fólk annars, ið hava áhuga at fylgja við. Stroymt verður um opnu undirvísingarsíðuna Snar.  Tað er fyrstu ferð at eitt land í Asia verður tikið upp á degnum, og fyrstu ferð at ein skúli í Suðurstreymoy er vertsskúli.

 

Fólkadráp í Kambodja

 

Skráin er fjølbroytt og viðkomandi. Súsanna Eikholm, søgufrøðingur, gevur eitt søguligt baksýni um fólkadrápið í Kambodja.  Vit vísa ein film við fólki úr Kambodja, sum búgva í Føroyum og Turid Dyssegaard greiðir frá um tíðina, tá hon og maðurin, Áki, eitt tíðarskeið arbeiddu í landinum.

 

Støður, sum skapa polarisering

 

Fyriskipararnir av holocaustdegnum hava gjørt av, at umframt at varpa ljós á Kambodja, verður nomið við aktuellar støður, sum viðvíkja ástøðinum hjá Stanton um stigini sum eyðkenna eitt fólkamorð. Talan er um 10 stig, sum kunnu lesast á temasíðuni hjá snar.fo um fólkamorð. Tað áhugaverda í hesum stigum er, at vit menniskju liva í nøkrum av hesum í okkara dagliga tilveru. Umframt polarisering  er eisini bólkadráttur eitt av stigunum. Í hesum sambandi hava vit eina samrøðu við Mariu Olsen, sum er úr Ukraina og arbeiðir á Útlendingastovuni og Brand Jacobsen frá Fiskavirkinum í Gøtu, um hvussu tey arbeiða við integratión í teirra dagliga arbeiði. Eisini fer sálarfrøðingurin Birita Lamhauge Jóansdóttir at greiða frá um, hvat polarisering er, og hví tað fer fram.

 

Sætti holocaustdagur

 

Altjóða Holocaust dagurin 2025 er tann sætti av sínum slag, síðan dagurin við løgtingslóg varð ásettur í 2017. Allir merkisdagarnir eru tøkir á video, og kunnu síggjast á https://snar.fo/holocaust

 

Tað er Nám, sum samskipar holocaustdagin. Samskipari er Ólavur í Geil.