Ísrael økir um politiska eftirlitið við val av dómarum

Tveir limir í advokatsamfelagnum skulu takast úr nevndum, sum seta dómarar í Ísrael sambært nýggjari lóg.

Túsundtals ísraelar mótmæltu mikudagin fyri at enda kríggið í Gaza og ímóti rættarviðgerðunum hjá Netanyahu-stjórnini. - Mynd: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix

Ísraelska parlamentið, Knesset, samtykti í dag eina lóg, sum økir politiska eftirlitið við valinum av dómarum.

Lógin varð samtykt við 67 atkvøðum fyri og einari atkvøðu ímóti.

Samstundis boykottaði andstøðan atkvøðugreiðsluna í Knesset, sum tilsamans hevur 120 limir.

Lógin er liður í royndini hjá Benjamin Netanyahu, forsætisráðharra, at fremja rættarnýskipan, sum í 2023 elvdi til sera stórar mótmælisgongur í Ísrael.

Lógin fer at taka tveir limir í ísraelska advokatsamfelag úr níggju manna nevndini, sum hevur ábyrgdina av dómarasetanunum í Ísrael. Hetta skrivar Times of Israel.

Í teirra stað eru tvey politisk umboð.

Sambært ísraelskum miðlum kemur lógin ikki í gildi fyrr enn eftir næsta tjóðartingsval.

Andstøðan og túsundtals mótmælisfólk hava víst harðan atfinningar ímóti lógini, og síggja hana sum eitt stig í eini minni demokratiskari leið fyri Ísrael.

Yair Lapid, leiðari í miðhøgra flokkinum Yesh Atid, segði fáar minuttir eftir atkvøðugreiðsluna á sosiala miðlinum X, at hann hevði kært avgerðina til ísraelska hægstarætt.

/ritzau/AFP 

 

Túsundtals ísraelar mótmæltu mikudagin fyri at enda kríggið í Gaza og ímóti rættarviðgerðunum hjá Netanyahu-stjórnini. - Mynd: Menahem Kahana/Ritzau Scanpix