Upprunamanning í Black Sabbath og Ozzy einaferð enn

Black Sabbath í 2011: Bill Ward, Ozzy Osborne, Geezer Butler og Tony Iommi

Tað eru 20 ár síðani teir 4, ið teljast sum upprunamanning í kenda rockbólkinum, Black Sabbath, síðst vóru saman á palli.

 

Men nú hendir tað aftur eina seinastu ferð, vita útlendskir miðlar at siga.

 

Ozzy Osbourne  og hinir hittast til eina síðstu framførslu.

 

Talan er umsonevndan ein-dags rockfestival, Back to the Beginning. Ið Villa Park í Aston, Birmingham tann 5. Juli, sama yur, har Black Sabbath byrjaði í 1968.

 

Sangarin í bólkinum, Ozzy Osbourne, hevur ikki verið nógv á palli, síðani hann fekk staðfest Parkinson sjúku í 2020, men til komandi konsetina fer hann fyrst á pall við sínum egna tilfari eina løtu, innan  hinir í gamla bólkinum eisini trína á pall, og Black Sabbath sostatt enn einaferð, kanska seinastu ferð, eru sameindir aftur á palli.

 

Black Sabbath í 2011: Bill Ward, Ozzy Osborne, Geezer Butler og Tony Iommi