Silvia drotning og Carl XVI Gustaf kongur,Ulf Kristersson, forsætisráðharri og konan wife Birgitta Ed minnast tey deyðu við blómum uttan fyri skúlan, har hópdrápið fór fram. Myndir: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix

Løgtingið fer at minnast tey deyðu í Svøríki

Á tingfundinum í morgin klokkan 11 fer Løgtingið at minnast tey 11 fólkini, sum doyðu í hópdrápi í Svøríki í gjár

Silvia drotning og Carl XVI Gustaf kongur,Ulf Kristersson, forsætisráðharri og konan wife Birgitta Ed minnast tey deyðu við blómum uttan fyri skúlan, har hópdrápið fór fram. Myndir: Jonathan Nackstrand/AFP/Ritzau Scanpix

Í morgun mintist Fólkatingið í Danmark tey deyðu í óhugnaliga hópdrápinum í svenska býnum Örebro í gjár, tá ein maður skeyt og drap 11 fólk, harímillum seg sjálvan. 

Almennur flaggdagur er í Danmark bæði og dag og í morgin, tí í dag fyllir Mary drotning, og í morgin fyllir Marie prinsessa, kona Joakim prins. Tá eiga allir almennir stovnar í Danmark at flagga við splittflagginum. Men hetta er avlýst av virðing fyri teimum deyðu og syrgjandi í sorgarleikinum í Svøríki.

Vit hava spurt Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinnu, at Løgtingið eisini fer at minnast tey deyðu í Svøríki. Og tað verður gjørt í morgin, tá tingfundurin byrjar, at ting- og landsstýrisfólk í tøgn fara at minnast tey deyðu í sorgarleikinum í Svøríki.