Afturgongdin í bilasøluni í fjør var 11,7 prosent. Tað er heldur minni afturgongd enn árið fyri, tá hon var 19,7 prosent. Men hetta er fjórða árið á rað, at bilasølan í Føroyum minkar.
Í 2021 var afturgongdin 2,3 prosent, í 2020 var afturgongdin 6,8 prosent og í 2019 var framgongd upp á 5,1 prosent.
Tað vísa hagtøl hjá Akstovuni, sum hevur gjørt tølini upp við ársenda.
Tilsamans vóru seld 2.015 akfør í Føroyum í 2023 í mun til 2.281 akfør í 2022. Afturgongdin er sum nevnt 11,6 prosent.
Taka vit størsta bólkin burtur úr, sum eru persónbilarnar, so var afturgongdin har 8,9 prosent. Í tølum vórðu seldir 1.498 persónbilar í fjør í mun til 1.644 í 2023, sum er ein afturgongd upp á 146 bilar.
Í fjør vórðu seldir 246 vøruvognar í mun til 302 árið fyri. Ein afturgongd upp á 18,5 prosent.
##med2##