Løgreglan máldi í nátt ein bilførara fyri at koyra 167 km um tíman í Norðoyatunlinum. Tað førdi til, at bilførarin misti koyrikortið treytaleyst á staðnum.
Rætturin skal síðani gera av, hvussu leingi hann missir koyrikortið. Men tá hann fær tað aftur, so skal hann taka bæði teori og koyriroynd av nýggjum.
Talan var um ein einsamallan bilførara. Vaktleiðarin á politistøðini sigur, at av tí at bilførarin var tikin inni í tunlinum, so slapp hann at koyra bilin úr tunlinum til parkeringsøkið við Skúlaheimið í Klaksvík, meðan løgreglan koyrdi aftanfyri. Síðani misti hann koyrikortið 'á staðnum'.