Landsliðsmálverjin, Silja A. Müller og liðfelagarnir í Vali hava vunnið seg í finalurnar í European Cup.
Í seinni hálvfinaluni á heimavølli í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík vann Valur stórsigur 30-20 á slovakiska liðnum, Michalovce.
Michalovce vann bert 25-23 á Vali í Slovakia, og tí vann Valur ein samlaðan 53-45 hálvfinalusigur á Michalovce. Í steðginum var Valur frammanfyri við sjey málum, 17-10.
Íslendski landsliðsmálverjin hjá Vali, Hafdís Renötudóttir hevði heilar 19 bjargingar. Hon bjargaði helvtina av málroyndunum hjá Michalovce. Silja slapp framat seinastu løtuna, og hon bjargaði tveimum av trimum málroyndum. Sostatt fekk Silja ein lut í stóru upplivingini.
Í finalunum, ið vera leiktar 10. og 17. mai møtir Valur spanska liðnum, Porrino.
Í fjør vann mansliðið hjá Vali við Allani Norðberg á liðnum European Cup. Nú kann kvinnuliðið hjá Vali endurtaka bragdið hjá mansliðnum.