Maria vann á Pernille í ovara endaspælinum

Maria P. Nólsoy skoraði og legði upp til heili 12 mál

Uppgerð var millum tveir føroyskar landsliðsleikarar í Forum høllini í Horsens í kvøld.

 

Í dysti í bólki 1 í ovara endaspælinum tóku Maria P. Nólsoy og liðfelagarnir í Horsens móti landsliðsliðskiparanum, Pernille Brandenborg og hennara liðfeløgum í Keypmannhavn.

 

Tað eydnaðist Horsens at vinna málríka dystin 36-34. Í steðginum var heimaliðið á odda 18-16.

 

Tað gekk framúr væl hjá Mariu í kvøld. Hon skoraði seks mál og legði upp til seks mál (assist). Maria var sambært hagtølunum mest effektivi leikarin hjá Horsens í kvøld. Pernille skoraði tvey mál og vann liðnum eitt brotskast.

 

Odense er greitt oddalið í bólki 1 við átta stigum. Horsens er nummar tvey við fýra stigum, og Keypmannahavn er nummar trý við tveimum stigum. Aftast er Nykøbing Falster við einum stigi.

 

Hóskvøldið 8. mai klokkan 19.30 hevur Horsens heimadyst móti Nykøbing Falster. Vinna Maria og liðfelagarnir tann dystin byrjar at síggja gott út hjá liðnum at tryggja sær annað plássið. Fríggjakvøldið 9. mai klokkan 19.30 hava Pernille og liðfelagarnir í Keypmannahavn heimadyst móti Odense, ið higartil hevur vunnið 29 av 29 dystum, so tað verður sera torført at fáa stig hjá Keypmannahavn.