VIDEO: Áki og liðfelagarnir fingu fyrstu stigini hetta kappingarárið

(Video) Síggj ein samandrátt av dystinum Hødd-Ranheim 0-1 (0-1)

 

Fyrstu tríggjar dystirnar í næstbestu norsku fótbóltsdeildini hava Áki D. Samuelsen og liðfelagarnir í Ranheim drigið svart.

 

Í kvøld brast fyri nev, og Ranheim vann fyrsta dystin og fyrstu stigini hetta kappingarárið.

 

Á útivølli eydnaðist tað Ranheim, ið hevði Áka á vøllinum frá dystarbyrjan at vinna 1-0 á gamla liðnum hjá Rógva Jacobsen, Hødd. 

 

Bendik Bye skoraði sigursmálið fimm minuttir undan steðginum.

 

Eydnan var ikki óblíð við Ranheim í kvøld. Tá fimm minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini brendi Hødd eitt brotsspark. Málverjin hjá Ranheim bjargaði liðnum sigurin við góðari brotssparksbjarging.

 

Ranheim er fjórðaftast í deildini við trimum stigum fyri fýra dystir.

 

Komandi sunnudag klokkan 15 hevur Ranheim heimadyst móti gamla liðnum hjá Julian Johnsson, Kongsvinger.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Hødd-Ranheim 0-1 (0-1):

 

##med2##