Amerikanski forsetin, Donald Trump, skrivaði í dag undir eina fyriskipan, sum skuldi mýkja nýliga ásetta tollin á bilframleiðarar, sum framleiða í USA.
Tað siga ónevnd embætisfólk frá Trump-stjórnini, sambært fleiri miðlum, eitt nú New York Times.
Broytingin fer at hava við sær, at bilframleiðarar, sum rinda 25 prosent toll á innflutning av bilum úr útlondum, ikki koma undir onnur avgjøld á til dømis stál og aluminium.
Á veg til Michigan úr Washington ger Trump viðmerkingar til stigið.
- Vit vilja bara hjálpa teimum. Kunnu tey ikki fáa billutir, so revsa vit tey ikki, sigur hann.
3. apríl fór ein 25 prosent amerikanskur tollur á útlendskar bilar í gildi.
Trump hevur eisini boðað frá, at tollur á billutir úr útlondum kemur í gildi í seinasta lagi 3. mai. Men eisini hetta verður fyribils slakað, segði ein ónevndur embætismaður frá handilsmálaráðnum týsdagin, sambært New York Times.
Komandi ár fáa bilframleiðarar, sum framleiða í USA, 15 prosent frádrátt í søluprísinum á einum bili. Eitt ár seinni verður frádrátturin 10 prosent. Eftir hetta er frádrátturin ikki longur galdandi.
Tað fer at geva bilframleiðarum tíð at flyta framleiðsluna av billutum úr útlondum til USA, sigur embætismaðurin.
Frádrátturin verður fyri bæði heimligar og útlendskar fyritøkur, stendur í fráboðanini.
Stjórar í bilframleiðarum hava í fleiri vikur lobbað fyri Trump-stjórnini, síðani Trump fyrstu ferð kunngjørdi tollin, skrivar tíðindastovan Reuters.
Bilframleiðararnir fara framvegis óbeinleiðis at rinda toll á stál og aluminium, skrivar New York Times. Teirra veitarar fáa ongan frádrátt, og teir fara at bera rokningina víðari til sínar kundar, bilframleiðararnar.
Ein slaking í dag fer tí ikki at loysa langtíðar avbjóðingina hjá bilframleiðarum, skrivar greiningarfyritøkan Bernstein í einum notati.
- Amerikanskir bilaprísirnir hækka júst sum búskaparliga momentumið hvørvur, verður sagt sambært Reuters.
Enn eru bilframleiðararnir takksamir, sambært eitt nú Ford, Stellantis og General Motors, sum vóna, at samráðingarnar við Trump-stjórnina fara at føra til fleiri undantøk frá tollinum.
/Ritzau/