»Marta Marta«: Høvundurin hevur verið í Ísrael í kibbuts

Skaldsøgan Marta Marta hjá Marjuni Syderbø Kjelnes er lutvíst sjálvævisøgulig, tí Marjun Syderbø Kjelnæs var í kibbuts í Ísrael í 1993 og 1994.

Søgan snýr seg um eina 19 ára gamla føroyska gentu, sum í 1993 og 1994 leitar til Ísraels í kibbuts, skrivar kvf.fo í sambandi við, at bókin var ummæld í sendingini Vágskálini 29. oktober í fjør.

 

Í arbeiðsfelagsskapinum har hittir hon mong onnur ungfólk úr ymsum londum.

 

Marta kemur til kibbutsina Gesher beint eftir, at palestinski leiðarin, Yassir Arafat, og ísraelski forsætismálaráðráðharrin, Yitzak Rabin, hava skrivað undir Oslo-friðaravtaluna.

 

Tann innari karmurin um søguna er lívið í kibbutsini Gesher á markinum til Jordan, og tann ytri karmurin er blóðuga stríðið millum ísraelar og palestinar.

 

Í søguni eru vit ikki bara afturi í tíðini, men eisini í nútíðini. Vit frætta um álopið, sum Hamas framdi mótvegis Ísrael 7. oktober í 2023, tá 1.300 fólk vórðu dripin, og 250 vórðu tikin gíslar.

 

Eilen Anthoniussen og Sámal Soll, sum ummæltu bókina í sendingini Vágskálini hjá Una Arge í Kringvapinum, og tey halda, at skaldsøgan er ein menningarsøga, har høvuðspersónurin m.a. mennist av at hitta mong fremmendafólk í kibbutsini.

 

Les eisini: Føroyskt stríð um Holocaust-dagin

 

Lesið eisini: Skaldsøgan 'marta marta' tikin av skrá uttan frágreiðing

 

Marta er vaksin upp í átrúnaðarligum umhvørvi í Føroyum, og tað broytir hennara einvísu fatan av landinum ísrael, so hon eisini fær samhuga við lagnuni hjá palestinska fólkinum.

 

Lesið eisini grein úr Sosialinum: MARJUN VIÐ PERSÓNLIGARI SKALDSØGU

 

Skaldsøgan er lutvíst sjálvævisøgulig, tí Marjun Syderbø Kjelnæs var í kibbuts í Ísrael í 1993 og 1994.

 

Soleiðis kringvarpið um bókina í sambandi við, at hon verður ummæld í sendingini Vágskállini. Trýst her.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

.